At fiskivinnan í Klaksvík hevur stóran týdnig fyri okkum er ongin loyna. Hetta er galdandi á øllum økjum, kommunualt sum privat.
At fiskivinnan í Klaksvík hevur stóran týdnig fyri okkum er ongin loyna. Hetta er galdandi á øllum økjum, kommunualt sum privat.
Fiskimálaráðharrin leggur upp til, at alt okkara fiskatilfeingi skal yvir eina uppboðssølu, og hetta kann fáa alvarsligar fylgir fyri okkara lokalsamfelag.
Um vit bert hyggja at tølunum fyri Barentshavið fyri 2016, so stendur Klaksvíkar Kommuna til at missa 3 mió. kr. í partafelagsskatti orsakað av uppboðssøluni. Harafturat stendur hon til at missa skattainntøkurnar frá lønum hjá hesum sjómonnum.
Um vit so taka tølini fyri uppsjóvarvinnuna her norðri, so stendur Klaksvíkar Kommuna til at missa 12 mió. kr. í partafelagsskatti, umframt skattainntøkur frá lønum.
Hetta er alt treytað av, at verandi aktørar fáa keypt somu nøgd á uppboðssøluni.
Um verandi aktørar ikki fáa keypt somu nøgd, verður missurin fyri Klaksvíkar Kommunu munandi størri, tá hugsa verur um allar ringvirkningarnar sum hesi reiðarí hava í økinum her norði, tað vil vera smiðjur, olja, proviant, landing og annað við.
Javnaðarflokkurin og Tjóveldi hava ætlanir um at taka 15 mió. kr. frá Klaksvíkar Kommunu og gera íløgur fyri hesa pengarnar í miðstaðarøkinum.
Vit eru tíverri í teirri støðu, at vit hava býráðspolitikarar, sum sita í byráðnum her í Klaksvík, samstundis sum teir sita í løgtinginum.
Hetta verður góðtikið frá teirra síðu, uttan at spurnartekin verður sett við framferðarháttin hja Javnaðarflokkinum og Tjóveldi.
Vit kunnu ikki lata standa til, meðan alt hetta fer fram. Vit mugu standa saman um okkara fiskivinnu og gera alt tað, vit eru ment at standa ímóti tí ágangi, sum er ímóti henni.
Uppboðssølan fer at hava tað fylgju, at framtíðar virksemið í kommununi verður munandi minni, enn tað er í dag. Vit fara at hava minni pening at gera íløgu við, minni pening at taka okkum av teimum eldru og okkara børnum, og hetta kemur í síðsta enda at raka borgaran í Klaksvíkar Kommunu.
Hallstein E. Jacobsen
Býráðsvalevni fyri Fólkaflokkin í Klaksvíkar Kommunu




