Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

90 ára føðingardagsheilsan til pápabeiggja mín Einar Joensen í Oyndarfirði

Magna

Góði EinarHjartaliga til lukku á 90 ára degnum, sum er 4. november 2016.

Góði Einar

Hjartaliga til lukku á 90 ára degnum, sum er 4. november 2016.

Einar er nr. 5 av einum systkinaflokki upp á 8, hjá Gutta.

Foreldrini vóru Jacobina og Hans Martin. Elstur var Meinhard f. 1916, John f. 1918, Sigurd, pápi mín, f. 1920, Ella fastur f 1922, Jákup Kristoffur f. 1924, Einar f. 1926 – Elibert f. 1930 og Jákup Martin f. 1934.

Longu í 1945 mistu teir systrina Ellu, bara 23 ára gamla. Hetta var teimum ein sera stórur missur.

Í Oyndarfirði verða teir allir róptir “Gutta beiggjarnir” og tykkara partur liggur ikki eftir, tá ið kemur til arbeiðið, innløgumenn sum fáir, raskir og sterkir. Hvør minnist ikki “Guttabátin” sum fiskaði so avbera væl ? Jú, vit yngru hava nógv at liva upp til.

Einar vaks upp sum aðrir smádreingir í Oyndarfirði. Nær við sjógvin og ánna, so tað man hava verið nógvir karmar hjá Gutta tá í tíðini.

Sum vaksin fór Einar sum hinir eldru beiggjarnir til skips.

Eg minnist best sum barn, Einar sigla sum kokkur við “Columbus”. Og orduligari, reinførari og pertentligari kokkur man neyvan finnast!

Einar er framúr orduligur, røkin maður, djóravinur, barnavinur, sosialur, lættsintur, gott fólkatekki og sera blíður.

Einar giftist við Elionoru, Nora í 1949. Nora var ættað úr Syðrugøtu, men hevði røtur úr Oyndarfirði. Mamman Regina var úr Oyndarfirði og pápin Benadikt úr Syðrugøtu. Saman fingu tey 5 børn. 2 dreingir og 3 gentur. Elibert f. 1949, Rannvá f. 1951, Karla f. 1952, Kristian Martin f. 1958 og Erna f. 1962.

Men lagnan hevur verið hørð. Longu í 1986 mistu tey Ernu bert 23 ára gamla, hetta tók teimum øllum sera dikt.

Einar eigur nú eisini nógv abbabørn og langabbabørn. Tá ið Nora bleiv sjúk og ikki kundi vera heima meira, kom hon at búgva á Ellis- & Røktarheimið í Runavík. Einar var so nógv um hana, sum hann kundi. Hann koyrdi út so gott sum hvønn dag. Trúgvur sum hann er, líka til Nora doyði. Síðani tá hevur hann verið einsamallur í húsi og hann heldur húsið so fyrimyndarliga væl. Hugnaligt er at koma inn á gólvið hjá honum. Men tað er tíverri alt ov sjáldan.

Aftur í ár var lagnan teimum so hørð, tá ið Rannvá doyði 2. mai, bert 65 ára gomul. Ja, Einar veit hvat sorg er. Men hansara lætta og blíða lindi bjargar honum.

Nú eyguni eru farin at bila, er tað sjálvsagt ein stór forðing hjá honum ikki at kunna koyra bil og sleppa av bygdini sjálvur.

Eg eri mest javngomul við Karlu, og kom tí at spæla mest við hana. Sigast skal, at ikki var tað keðiligt. Mangar stuttligar løtur hava vit báðar havt saman við hinum vinkonunum í Oyndarfirði.

Jú, barnaárini og ungdómsárini í Oyndarfirði vóru góð. Tað var lív í bygdini í 60-unum og 70-unum, men stóra broytingin var í 1968 tá vegurin kom.

Takk skulu tit ið eldri eru hava, at tit høvdu so gott tol við okkum.

Nú maður mín og eg tíverri ikki vera heima hendan stóra dag, sum vit gott kundu hugsað okkum, fara vit at ynskja tykkum øllum ein góðan og minnisríkan dag. Og takk fyri Einar, tín fitta, blíða og vinarliga máta at vera uppá.

Vit ynskja at Harrin má geva tær eitt blítt lívskvøld

Hjartaliga til lukku

Magna