Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tí er landspolitikkur so serliga álvarsamur í kommunuvalstríðnum

Gunvá við Keldu, býráðslimur og valevni á lista A

Fyri fáum árum síðani, var landið við til at gjalda íløgur hjá kommununum. Nú er alt vent á høvdið, nú landið hevur lagt seg eftir at taka frá vinnuni, sum er livibreyðið hjá okkum í Klakvíkar Kommunu

Nú KvF og valbussurin hevur vitjað runt Føroya land, hava vit hoyrt nógv til, hvussu landsmál í mangar mátar hava verið næstan líka nógv frammi sum kommunumál. Tað kann tykjast løgið nú kommunuval stendur fyri durum. Um vit hugsa nærri um hetta, so er hetta ikki so løgi, men kanska meiri natúrligt.

Fyri ikki so langari tíð síðani, vóru lands- og kommunubúskapur nógv meiri samantengt enn í dag. Hetta var tí, at í ávísum íløgum, var fíggingarleisturin lutfalsliga býttur upp soleiðs t.d. skúlabygging rindaði landið og ríkið 45% og kommunan 55%, havnaíløgur landið 65% og kommunur 35%, fyri at taka tvey dømi. Hetta er nú alt broytt, soleiðis at landið tekur frá kommununum fyri at ríka landskassan.

Álvarsom hóttan fyri kommunurnar

Í dag síggja vit, at hetta er fullkomiliga vent á høvdið, og serliga síðani sitandi landsstýrið tók við. Tað er ein álvarsom hóttan ímóti okkum sum skulu reka kommunurnar, har vinnan er høvuðsálitið, tí nú verður alt meiri tikið frá vinnuni, sum kommunurnar uttanfyri høvuðsstaðin liva av. Harvið koma færri pengar í kommunukassarnar.

Hetta er ein orsøk til, at okkara veljarar sum búleikast í Klaksvíkar Kommunu, eiga at vera árvaknir, og standa saman um ein politikk, sum ikki góðtekur, at alt meiri verður tikið frá vinnuni. Fyri at fáa meiri pening í landskassan, verða gjøld tikin, sum øking av tilfeingisgjøldum, uppboðssøla av fiski og mong onnur gjøld frá vinnuni, fyri at gera íløgur í høvuðsstaðnum. Hesa miðsavning mugu vit taka í álvara.

Hetta er Fólkaflokkurin ímóti, soleiðis sum fólkafloksvalevnini hava gjørt vart við í valstríðnum. Hetta fer um nøkur ár at gera enda á okkara fiskivinnu og soleiðis okkara øki.

Latið okkum standa saman, latið okkum senda eitt signal út um, at vit vilja virka fyri eini framgongd í Klaksvíkar Kommunu.

Hesi álvarsorð og ein ávarðing til seinast nú áðrenn valdagin.

Ein heilsan frá Fólkaflokkinum í Klaksvík

Gunvá við Keldu, býráðslimur og valevni á lista A