Í gjárkvøldið varð skipað fyri politiskum kjak-kvøldi í miðhøllini á Skúlatrøð í Klaksvík – hetta í sambandi við kommunuvalið. Høllin var fullsett, og hevði hvør flokkur sína stovu, tú kundi vitja.
Fundurin var skipaður við fleiri framløgum, ið allir flokkarnir løgdu fram. Talan var um hvør sítt tema: Vinnan og havnarlagið, mentan, børn og ung, eldraøkið, tekniska økið, umhvørvið og býarskipan og síðani eitt endaumfar við ymiskum fyrifallandi spurningum og viðmerkingum til tað, ið var komið fram undir kvøldinum.
Eisini fingu fundarluttakararnir høvi at koma við viðmerkingum og spurningum úr salinum.
Fundarstjóri var Helgi Abrahamsen, blaðmaður, sum vit eisini kenna frá tí politiska lívinum.
Ein siðiligur og upplýsandi fundur, sum kanska flutti onkra atkvøðu – ella kanska ikki? Vit fáa at síggja týskvøldið.
Gott val!




