Fríggjadagin var ein at teimum stuttu løgtingsfundunum, har bara framløga var á skránni.
Fríggjadagin var ein at teimum stuttu løgtingsfundunum, har bara framløga var á skránni. Hetta var í sambandi við, at seinasta freist var at leggja uppskot fram, sum skulu vera avgreidd og sett í gildi fyri ársskiftið.
Bara trý uppskot vórðu løgd fram. Kristina Háfoss landsstýriskvinna legði fram uppskot um at broyta lógina um áseting av skatti, og Poul Michelsen, landsstýrismaður legði fram uppskot um at broyta lógina um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki.
Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, legði eisini eitt uppskoti fram um at broyta lógina um meirvirðisgjald og lógina um áseting av skatti.
Umframt hesi uppskotini varð eisini boðað frá einum skrivligum fyrispurningi. Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, spyr Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, um pant v.m. av einnýtisíløtum, sum ikki eru latin innaftur.
Tingfundurin vardi í 5 minuttir.




