Nú kommunuval stendur fyri durum, loyvir Ráðið fyri brekað sær at minna allar kommunur á, at tað er umráðandi, at tey, sum bera brek, hava so góðar møguleikar, sum til ber at koma at og inn í valhølini.
Umstøðurnar skulu vera so, at tær eru javnsettar við umstøðurnar hjá øðrum veljarum. Hugsað verður um tey, sum sita í koyristóli, tey sum eru illa gongd, sum eru sjónveik, hoyritarnað o.s.fr.
Ráðið fyri brekað leggur serligan dent á politisk val, tí tey eru kjarnin í okkara fólkaræði.
Ráðið vónar, at hesar umstøður laga seg á rættan hátt fyri allar partar.
Vinarliga
Ráðið fyri brekað
Barbara á Tjaldrafløtti, forkvinna




