Nú nærum tvey ár eru liðin,síðani umsitingin av heimatænastu og eldrarøkt varð løgd út til kommunurnar 1.januar 2015, eru fleiri eldri borgarar enn í Klaksvíkar kommunu, ið havabráðfeingistørv á búplássi og ikki fáa nøktandi tænastu. Tey eldru, sum havalagt lunnar undir tað vælferðarsamfelag, sum vit øll í dag njóta, hava størstuvirðing og bestu kor uppiborið, og er tað tí gleðiligt at síggja, at sett er útí kortið at hækka rakstrarjáttanina hjá Norðoyar Bú- og Heimastænastu fyrifíggjarárið 2017.
Tey eldru ynskja at vera heima sum longst, og eigurtí hægri játtanin atkoma ynskjum teirra eldru til góða, soleiðis at tey,so leingi sum tey eru før fyri tí, kunnu liva sjálvstøðugt í egnum heimi. Tey,sum hava tað torførari við at koma heimanífrá, eiga at fáa heimahjálp,vitjunar- og mattænastu. Er ikki møguligt longur at vera í egnum heimi, eigahesi eldru sjálvsagt at kunna flyta í ein bústað, sum hóskar til teirra, so teyframhaldandi við heimahjálp kunna liva eitt sjálvstøðugt lív. Tá tann eldriikki megnar eitt sjálvstøðugt lív í egnum bústaði longur, eigur at fyriliggjamøguleikin at fáa bústað á einum røktarheimi.Við skilagóðum raðfestingum avtænastum til eldraøkið, kunnu tey eldru verða búgvandi í egnum heimi, so leingisum til ber, og hevur hetta tí við sær, at tørvurin fyri fleirirøktarheimsbústøðum ikki veksur meira enn neyðugt.
Eisini er av stórum týdningi, at tey eldru havamøguleikan at varðveitatilknýtið til arbeiðsmarknaðin, um tey ynskja tað. Hetta er við til at stimbravirkisførleikan og heilsuna hjá tí eldra borgaranum, samstundis sum tilknýtiðtil arbeiðsmarknaðin er við til at varðveita sosial sambond. Harafturat kanneldra ættarliðið, við sínum royndum og vitan, vera eitt týdningarmikið íkastbæði til arbeiðsplássið og búskapin. Tey, sum hava lagt lunnar undir taðsamfelag, ið vit njóta gott av í dag, eiga at fáa góð og virðilig ellisár.
Oddmar á Lakjuni
Býráðsvalevni Fólkafloksins, hin 8. November 2016




