Her eru nøkur góð ráð, sum tú skalt hugsa um, tá tú atkvøður á valinum í dag:
Her eru nøkur góð ráð, sum tú skalt hugsa um, tá tú atkvøður á valinum í dag:
Brúka atkvøðuseðilin, sum tú fært útflýggjaðan á valstaðnum.
Tú skalt seta EIN KROSS við annaðhvørt listan, sum tú ætlar at velja, ella við eitt av valevnunum, sum standa á listanum.
Krossurin skal vera settur soleiðis, at eingin ivi kann vera um, hvønn valevnislista ella hvat valevni tú hevur viljað atkvøtt fyri.
Skriva einki annað á atkvøðuseðilin enn bara ein kross. Um tú kemur til at skriva skeivt, royn so ikki at viska ella strika yvir. – Bið um ein nýggjan seðil.
Brúka blýantin sum liggur í atkvøðuboksini. Um eingin blýantur er har, bið so um ein blýant (ikki brúka tín egna).
Gott val.




