Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

MVG skeið

LÝSING

Grannskoðanarvirkið NUMO skipar fyri MVG skeiði í Havn og í Klaksvík.

Skeiðini verða í Kaffihúsinum í Havn tann 17. november 2016 kl. 9:00 til 12:00, og í Íverksetarhúsinum í Klaksvík tann 24. november 2016 kl. 9:00 til 12:00. Kaffi og smákøkur verða at fáa í steðginum.


Evni

1. Mvg-lógin og praksis

2. Krøv til roknskapargrundarlagið


Málbólkur

Skeiðið er serliga ætlað bókhaldarum og annars øllum, sum ynskja at fáa eina grund­leggjandi gjøgnumgongd av reglunum, ella bert at fáa sína vitan frískaða upp.


Hvat fært tú vitan um ?

· Hvør skal rinda avgjald?

· Hvat er avgjaldsskyldugt og hvat er undantikið?

· Tænastur úr útlondum

· Sjálvboðin skráseting – leiga av fastari ogn

· Blandað nýtsla og virksemi

· Javningarskylda

· Tap av skuldarum

· Minstukrøv til bókhald

· Dømir frá arbeiðsdegnum

· Etc.


Tilfar

Aftaná ber til at fáa eitt yvirlit yvir høvuðsmálini, sum eru viðgjørd í framløguni.


Tilmelding

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til jpe@numo.fo ella numo@numo.fo


Kostnaður fyri skeiðið er 1.250 kr. íroknað mvg, sum kann flytast á kontu 9181-373.040.0.


Vinarliga flytið luttøkukostnaðin áðrenn 10. november 2017, so vit vita hvussu nógv koma.


www.numo.fo