Harley
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrsta ábending: Fólkaflokkurin og Nýtt Sjálvstýri lið um lið

Jákup Ósá

Fyrstu ábendingarnir við bunkunum av atkvøðum í KÍ høllini benda á, at tað kann blíva rættuliga javnt millum, hvør flokkur verður størstur á býráðsvalinum í ár.

Bunkarnir hjá Fólkaflokkinum og Nýggjum Sjálvstýri eru nærum eins stórir. Onkur heldur, at Fólkaflokkurin hevur munin, men hann er nærum eingin. Enn eru tey ikki farin at býta atkvøður ímillum valevnini. Bunkarnir siga eisini, at á 3. plássi sær út til at vera tætt millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi. 
Enn er so tíðliga at alt skal takast við størsta fyrivarni enn. 
Harleywoodpaint