Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

U19 landsliðið vann á Montenegro

Jákup Ósá

Føroyska U19 landsliðið í fótbólti fekk heldur óvæntað øll trý stigini í EM undankappingardysti í morgun móti Montenegro.

Hóast Monenegro sambært hagtølunum hevði greiða yvirvág, so var talan um effektivt føroyskt lið, sum tók av, tá møguleikarnir komu. Føroyar vunnu 2-1 við málum frá Hannes Agnarsson og David Múller. Nevnast kann, at báðir KÍ leikararnir, Jákup B. Andreasen og Ólavur Niclassen, fingu fulla spælitíð. Sostatt hevur U19 landsliðið møguleika at spæla seg víðari úr kappingini eins og U17 landsliðið gjørdi herfyri. Hini liðini í bólkinum eru Kroatia og Kypros. 

Harleywoodpaint