Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heðin Mortensen kann leggja trýst á samgonguna longu týsdagin

Helgi Abrahamsen

Týsdagin verður løgtingsfundur og eitt av málunum á skránni er 3. viðgerða av uppskotinum um Landsbanka Føroya og Føroya váðaráð.

Týsdagin verður løgtingsfundur og eitt av málunum á skránni er 3. viðgerða av uppskotinum um Landsbanka Føroya og Føroya váðaráð.

Tá málið var til 2. viðgerð varð tað samtykt við bara einari atkvøðu í meiriluta. Brúk er tí fyri øllum atkvøðunum hjá samgonguni, fyri at fáa hetta hjartabarnið hjá Tjóðveldi og Framsókn samtykt. Tjóðveldi og Framsókn eru somu flokkar, sum hava skipa samgongu við Fólkaflokkin í Tórshavnar Býráð.

Heðin Mortensen hevur sagt, at hann fer at taka støðu frá máli til mál í løgtinginum, og tí verður spennandi at vita, hvussu Heðin fer at atkvøða týsdagin.

Vit hava roynt at ringt til Heðini Mortensen, fyri at spyrja um hetta, men tað hevur í skrivandi løtu ikki eydnast at fingið fatur á honum.