Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hesir fingu mest atkvøður í prosentum

Jákup Ósá

Um vit hyggja eftir topp atkvøðuslúkarunum, so var tað ein í Skúvoyar Kommunu, sum fekk mest atkvøður í prosentum av møguligum atkvøðum. Av stóru kommununum var tað Kristin Michelsen, sum fekk flest, beint frammanfyri Jógvan Skorheim, um vit tosa um prosent av samlaðu atkvøðunum í kommununi hjá viðkomandi.

Listin sær soleiðis út sum niðanfyri, um vit hyggja eftir teimum 29 persónunum, sum fingu flest atkvøður í sínum kommunum. Her skal nevnast, at talan er um prosentpart av teimum, sum atkvøddu hendan dagin og ikki av samlaða talinum fyri tey, ið høvdu atkvøðurætt.

1. Skúvoyar Kommuna, Harry Jensen fekk 13 av 29 atkvøðum(sum vóru á vali), sum svarar til 44,8 %

2. Vestmanna Kommuna, Pauli Trond Petersen, 251 av 745 atkvøðum, 33,7 %

3. Skálavíkar Kommuna, Linjon Christiansen, 33 av 100 atkvøðum, 33,0 %

4. Fámjins Kommuna, Jóanis Lisberg, 22 av 71 atkvøðum, 31,0 %

5. Hvalbiar Kommuna, Janus Thomsen, 144 av 499 atkvøðum, 28,9 %

6. Eiðis Kommuna, Jógvan í Skorini, 126 av 465 atkvøðum, 27,1 %

7. Kvívíkar Kommuna, Heri Múller, 90 av 348 atkvøðum, 25,9 %

8. Sumbiar Kommunu Eyðbjørn Thomsen, 67 av 260 atkvøðum, 25,8 %

9. Skopunar Kommuna Gerhard Lognberg 80 av 317 25,2 %

10. Tvøroyrar Kommuna, Kristin Michelsen, 297 av 1187 atkvøðum, 25,0 %

11. Hvannasunds Kommuna, Irdi Jacobsen, 67 av 269 atkvøðum, 24,9 %

12. Kunoyar Kommuna, Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu, 22 av 89 atkvøðum, 24,7 %

13. Sands Kommuna, Brandur Sandoy, 80 av 361 atkvøðum, 22,2 %

14. Klaksvíkar Kommuna, Jógvan Skorheim, 729 av 3305 atkvøðum, 22,1 %

15. Hovs Kommuna, Jørmundur Jónsvein Hovgaard, 17 av 77 atkvøðum, 22,1 %

16. Viðareiðis Kommuna, Hans Jákup Kallsberg, 51 av 234 atkvøðum, 21,8 %

17. Tórshavnar Kommuna, Heðin Mortensen, 2507 av 12150 atkvøðum, 20,6 %

18. Fugloyar Kommuna, Jógvan Páll Poulsen og Amalia í Frammistovu, 9 av 44 atkvøðum, 20,5 %

19. Nes Kommuna, Jóhannes Danielsen, 158 av 776 atkvøðum, 20,4 %

20. Sunda Kommuna, Heðin S. Zachariasen, 209 av 1060 atkvøðum, 19,7 %

21. Porkeris Kommuna, Mikkjal Sørensen, 44 av 223 atkvøðum, 19,7 %

22. Sjóvar Kommuna, Arthur Johansen, 97 av 594 atkvøðum, 16,3 %

23. Húsavíkar Kommuna Oddvør Johannesen, 15 av 92 atkvøðum, 16,3 %

24. Vágs Kommuna, Dennis Holm, 131 av 890 atkvøðum 14,7 %

25. Fuglafjarðar Kommuna, Sonni í Horni, 137 av 1022 atkvøðum, 13,4 %

26. Sørvágs Kommuna, Sune Jacobsen, 83 av 695 atkvøðum, 11,9 %

27. Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, 146 av 1291 atkvøðum, 11,3 %

28. Runavíkar Kommuna, Torbjørn Jacobsen, 218 av 2487 atkvøðum, 8,8 %

29. Vága Kommuna, Rósa Samuelsen, 85 av 1233 atkvøðum, 6,9 %

Kristin toppar í stóru kommunum

Taka vit bara kommunur, har 1000 ella fleiri fólk atkvøddu, so er Kristin Michelsen úr Tvøroyrar Kommunu tann við flest atkvøðum sæð í prosentum. Næstur honum kemur Jógvan Skorheim úr Klaksvíkar Kommunu, meðan Heðin Mortensen úr Tórshavnar Kommunu kemur á triðja plássi.  

1. Tvøroyrar Kommuna, Kristin Michelsen, 297 av 1187 atkvøðum, 25,0 %

2. Klaksvíkar Kommuna, Jógvan Skorheim, 729 av 3305 atkvøðum, 22,1 %

3. Tórshavnar Kommuna, Heðin Mortensen, 2507 av 12150 atkvøðum, 20,6 %

4. Sunda Kommuna, Heðin S. Zachariasen, 209 av 1060 atkvøðum, 19,7 %

5. Fuglafjarðar Kommuna, Sonni í Horni, 137 av 1022 atkvøðum, 13,4 %

6. Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, 146 av 1291 atkvøðum, 11,3 %

7. Runavíkar Kommuna, Torbjørn Jacobsen, 218 av 2487 atkvøðum, 8,8 %

8. Vága Kommuna, Rósa Samuelsen, 85 av 1233 atkvøðum, 6,9 %

Harleyfacadeacryl