Tíðindaskriv: Í vikuskiftinum byrjar tónleikabólkurin Konni Kass konsertferð kring landið í sambandi við at tey júst hava útgivið debutplátuna Haphe (Tutl). Lagt verður frá landi í Sjónleikarhúsinum í Havn leygarkvøldið 26/11.
Hinar konsertirnar verða í Maggie’s í Nólsoy mik. 23/11, Miðnámsskúlinanum í Hovi hós. 24/11, Tøting í Gøtu frí. 25/11 og Listastovuni í Miðvági ley. 26/11.
Tónleikurin er drivin av eini livandi og andríkari kvinnurødd, og spælir sær fínliga við ein heim av synthum og rúmdareffektum. Limirnir eru Konni Kass (sang, saksofon), Torleik Mortensen (bass), Knút Háberg Eysturstein (tangentar) og Per Ingvaldur Højgaard Petersen (trummur).
Áhugin uttanlands fyri bólkinum er sjónskur, og framførslan á Spot Festival í Århus í mai 2016 úrslitaði í altjóða plátusáttmála og bókingaravtalum fyri Skandinavia og týskttalandi marknaðin (Týskland, Sveis, Eysturríki).
Í september spældi bólkurin fleiri væleydnaðar framførslur á Reeperbahn Festival í Hamburg, har tey eisini vóru tilnevnd til Anchor Award. Fyrst í november spældu tey á Iceland Airwaves í Reykjavík, og fyri framman stendur konsertferðin í Føroyum, umframt evropeisk konsertferð í Danmark og Týsklandi tíðliga í 2017.
Konni Kass útgávukonsertferð 2016
19.11.16 Sjónleikarhúsið, Tórshavn
23.11.16 Maggies, Nólsoy
24.11.16 Miðnámsskúlin, Hov
25.11.16 Tøting, Gøta
26.11.16 Listastovan, Miðvágur
Atgongumerki til konsertina í Sjónleikarhúsinum leygarkvøldið 19/11 fáast í Kunningarstovuni í Havn.
Facebook:
https://www.facebook.com/konnikassmusic/
Umrøða:
https://nordicplaylist.lnk.to/IcelandAirwaves2016
http://canyouearit.com/introducing-konni-kass/
http://beehy.pe/konni-kass-haphe-faroe-islands/
https://nordicspotlight.com/konni-kass-faroe-islands-time-soundcloud/




