Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólkaflokkurin størstur

Helgi Abrahamsen

Um val hevði verið nú, hevði Fólkaflokkurin verið størsti flokkur á tingi við 24 prosentum av atkvøðunum.

Um val hevði verið nú, hevði Fólkaflokkurin verið størsti flokkur á tingi við 24 prosentum av atkvøðunum. Tað vísir ein veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Miðflokkin og Ung fyri Miðflokkin.

Heili 17 prosent av teimum spurdu hava ikki tikið støðu til, hvønn flokk tey skulu velja og 2 prosent siga, at tey høvdu ikki farið á val, um val var nú.

Undirtøkan hjá flokkunum sær annars soleiðis út:

Fólkaflokkurin: 24% (fekk 18,9% á valinum).

Sambandsflokkurin: 19% (fekk 18,7% á valinum).

Javnaðarflokkurin: 23% (fekk 25,1% á valinum).

Nýtt Sjálvstýri:  2% (fekk 4,1% á valinum).

Tjóðveldi: 22% (fekk 20,7% á valinum).

Framsókn:  6% (fekk 7% á valinum).

Miðflokkurin:  4% (fekk 5,5% á valinum).

Samanlagt gevur hetta 51 prosent til samgonguna og 49 prosent til andstøðuna.

Á valinum í fjør fingu samgonguflokkarnir 52,8 prosent av atkvøðunum meðan andstøðuflokkarnir fingu 47,2 prosent.