Her er leinkja til dystin.
Í kvøld verður dystur í bestu kvinnudeildini í flogbólti í Klaksvíkar Badmintonhøll.
Dysturin er millum Mjølnir og Fleyr. Fleyr hevur spælt tríggjar dystir, vunnið tveir og tapt ein, meðan Mjølnir bara hevur spælt ein, sum liðið tapti móti Drátti.
Dysturin byrjar kl. 20.00 og KVF.fo stroymir frá dystinum. Sí niðanfyri ella við at klikkja HER
Dagført: Mjølnir vann tann sera spennandi dystin 3-2 eftir at Fleyr annars var á odda 2-0.




