Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mánin yvir Brúnanskarði í morgun

Oliver Joensen

 Vit hava lúrt eftir at síggja mánan, nú hann skuldi vera so nær jørðini, sum hann ikki hevur verið síðani 1948, men tað kvøldið var yvirskýggjað her í Klaksvík.

Men tíðliga í morgin, kl. 04.45 eydnaðist tað at síggja hann beint omanfyri Brúnanskarð, her av Rygsvegi. Sigast má, at tað altíð er hugtakandi at síggja mánan í fullari prakt, men í morgun var nakað serstakt. Ljósið frá honum var sera bjart, tað var næstan aljóst inni í loftskamarinum hagani myndirnar eru tyknar, hóast langt undan lýsing.