Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Er hetta róðrið av Barmi ella Baki

Oliver Joensen

Fyri tíð síðani fann lesari okkara ein tíðindastubba í danska blaðnum “Ude og Hjemme”, har sagt verður, at ljósakrúnan í Simon Peters Kirke í Grenå skal vera gjørd burturúr rattinum á føroyska trolaranum “Bakur”.

Men tað sum sagt verður um ljósakrúnuna er soljóðandi: “Lysekronen er et stort skibsrat, som en fisker forærede kirken. Det stammer fra færøtrawleren “Bakur”, der efter sin historiske indsats i Klaksvig ophuggedes i Grenaa, hvor det blev bearbejdet til formålet af skibsbygger Vester.”

Sum sæst, so er ikki rættuligt samsvar í søguni her.

Vit hava kanna heimasíðuna hjá Simon Peters Kirke í Grenaa, og greinin í danska blaðnum er tikin beinleiðis hagani.

Tað, sum ikki samsvarar er, at Bakur hevur neyvan nakað tilknýtið til “historisk indsats” í Klaksvík. Tað hevði Barmur harafturímóti, hann, var nevniliga sleipaður út á Poll til saman við Svínoyar Bjarna at liggja sum forðing fyri donsku sjóverjuni undir læknastríðnum.

Í 1955 sleipar Bakur Barm til Grenaa til upphøggingar. So um róðrið er frá Baki, so bleiv Bakur eisini upphøgdur har tá. Um róðrið er frá Baki, so er søgan um róðrið helst komin í bland við søguna um Barm. Møguliga er mest sannlíkt at róðrið er av Barmi.