Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

130 ung til talentvenjing í Klaksvík seinasta vikuskifti

Norðlýsið

Fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin skipaði HSF saman við Stjørnuni fyri talentvenjing (hondbóltsnám) fyri U13 og U14 gentum og dreingjum. Umstøðurnar til slík tiltøk munnu vera tær bestu í landinum, nú KÍ-høllin og Badmintonhøllin eru knýttar saman.

Tiltakið var sera væl eydna. Tey ungu hugnaðu sær óført, og nógv vinarbond blivu knýtt.

Á heimasíðu síni skrivar HSF um tiltakið:

HSF honbóltsnám í Klaksvík

Talan hevur verið um eitt sera hendinargarríkt vikuskfiti í Klaksvík, har Stjørnan hevur verið vertur fyri hondbóltsnámi hjá HSF. Ein uppgáva sum tey loystu til fulnar. Tað er sera stuttligt at síggja, at tað eru so nógvar eldsálir knýttar at hondbóltinum í Klaksvík. Við hetta lag hevur hondbólturin í Klaksvík eina bjarta framtíð.

Eisini fingu vit gleði av, at Team Klaksvík hevði boðið kenda og karismatiska hondbóltsspælarinum Joakim Boldsen til Føroyar, í samband við 10-ára føðingardagin hjá Team Klaksvík. Seinnapartin leygardagin helt Joakim fyrilestur fyri okkara U13 og U14 leikarum, har hann m.a. greiddi frá hvat skal til fyri at eyðnast sum hondbóltsspælari.

Hetta var fyrstu ferð, at HSF hevur skipað fyri hondbóltsnámi. Námið hesuferð var fyri U13 og U14 gentur og dreingir. Staðfestast kann, at karmarnir í Klaksvík eru sera góðir til slík tiltøk.

Petur Mittún, leikaramennari hjá HSF, sigur í viðmerking, at

eingin ivi skal verða um, at vit hava eitt sera gott leikaratilfeingið í yngru deildunum. Um rætt verður borið at, hevur hondbólturin sera góðar fyritreytir fyri at taka seg munandi fram komandi árini. Eisini staðfestir hann, at vit hava sera dugnaligar venjarar, hjálparvenjarar og ikki minst málverja venjarar knýttar at leikaramenningin hjá HSF.

Fleiri myndir á facebooksíðuni hjá Stjørnuni.

Harleywoodpaint