Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kitty May í skúlanum á Viðareiði

Helgi Abrahamsen

Hóskvøldið 24. november fer Kitty May Ellefsen at halda fyrilestur á Viðareiði um nýggju bókina og um eitt lív, har hon var bundin at rúsdrekka.

Hóskvøldið 24. november fer Kitty May Ellefsen at halda fyrilestur á Viðareiði um nýggju bókina og um eitt lív, har hon var bundin at rúsdrekka.

Hon fer at greiða frá lívi sínum, og hvussu henda misnýtslan setti sín dám á gerandisdagin. Hetta hevur hon eisini skrivað um í nýggju bók síni “Frá Reyðvíni til Marathon”, sum eisini fæst til keyps hetta kvøldið.

“Hetta er ein persónlig søga um tað at missa fótafestið í lívinum, og at finna tað aftur, fyri síðani at fáa eitt betri lív, sigur Kitty May, sum gleðir seg at koma til Viðareiðis at siga frá,” siga fyrireikararnir í einum tíðindaskrivi.

Tiltakið byrjar klokkan 19:30, og verður í skúlanum á Viðareiði. Nevnast kann, at høvi verður at seta fram spurningar til Kitty May. Høvi verður eisini at keypa bókina eftir fyrilesturin.

Aftaná fyrilesturin, sum varir í ein góðan tíma, verður ein drekkamunnur at fáa.

Harleywoodpaint