Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Miðnám á Kambsdali gongur nýggjar leiðir

Helgi Abrahamsen

”Hetta er fyrstu ferð at ein føroyskur skúli er góðkendur til hetta, og tí er tað eisini fyrstur ferð at ein slík roynd verður tikin í Føroyum.” Tað sigur Hanna Jensen, sum undirvísir í fronskum á Miðnámi á Kambsdali.

”Hetta er fyrstu ferð at ein føroyskur skúli er góðkendur til hetta, og tí er tað eisini fyrstur ferð at ein slík roynd verður tikin í Føroyum.” Tað sigur Hanna Jensen, sum undirvísir í fronskum á Miðnámi á Kambsdali.

Í fjør bleiv Miðnám á Kambsdali góðkent at standa fyri sokallaðu DELF próvtøkuni, og í farnu viku bleiv fyrsta prógvið handað Rebekku Askham, sum eisini tók studentsprógv í summar.

Statsgóðkend málroynd

DELF stendur fyri ”Diplôme d’études en langue franҫaise,” og er ein franskt statsgóðkend málroynd. Endamálið er at fáa skjalfest førleikarnar í fronskum eftir einum felags evropeiskum leisti.

”Talan er ikki um nakra eyka undirvísing, men bara um eina test, har næmingurin fær at vita, hvør førleikin er eftir einum stiga, sum verður brúktur í øllum Europa,” sigur Hanna Jensen.

Spurd um hetta skal skiljast soleiðis, at prógvini sum verða latin í ymiskum londum, ikki kunnu samanberast, sigur Hanna Jensen, at tað er partvíst rætt.

”Londini royna sjálvsagt at samanbera sínar námsætlanir, men tað er eitt sindur ymiskt, hvussu undirvíst verður í máli. Prógvini kunnu tí ikki heilt samanberast,” sigur hon.

”DELF er ein annar máti at testa nágreiniliga málførleikan,” sigur Hanna Jensen.

Enn hevur bara ein næmingur verið til hesa royndina, og tí ber ikki til at siga, hvussu føroyingar standa seg í mun til onnur.

”Vit kunnu bara siga, at næmingurin kláraði testina við góðum úrslitum,” sigur Hanna Jensen.