Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

JARÐARFERÐIN HJÁ CLIFF BARROWS VERÐUR STROYMAÐ

Poul Jóhan Djurhuus

Jarðarferðin hjá CLIFF BARROWS verður stroyma á netinum kl.15.30 føroyska tíð. KL.10.30 lokala tíð. Adressan á netinum er: BILLYGRAHAM.ORG/CLIFFBARROWS

– í dag, týsdagin 22. nov. kl.15.30

– føroyingar kunnu vera við live

Jarðarferðin hjá CLIFF BARROWS verður stroyma á netinum kl.15.30 føroyska tíð. KL.10.30 lokala tíð. Adressan á netinum er: BILLYGRAHAM.ORG/CLIFFBARROWS

Ein av høvuðstalarunum undir jarðarferðini verður John Munro, sum er væl kendur í Føroyum, og giftur føroyskari konu, Gudny Gunnarson. Bill Gaiter Vocal Band kemur at syngja undir jarðarferðini.

Jarðarferðargudstænastan verður hildin á BILLY GRAHAM LIBRARY í Charlotte, North Carolina. Cliff verður grivin á gravstaðnum, sum er avsett á økinum við Billy Graham Library. Kona Billy Graham, Ruth, og fyrra kona Cliff, Billie, eru báðar jarðaðar har.

Cliff andaðist týsdagin 15. november eftir eina styttri sjúkralegu á Carolinas Medical Center 93 ára gamal.

Cliff og Billy Graham møttust fyrstu ferð í 1945. Tað bleiv eitt samstarv í tænastu evangeliums í meira enn 70 ár. Cliff kom at hava ábyrgdina av møtileiðsluni, var tónleika- og programleiðari, kórleiðari og leiddi felagssangin, samstundis sum hann eisini var samskipari og vertur í vikuligu radiosendingini, sum kallast Hour of Decision, har hann var vertur til fyri heilt stuttum.