Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í næstan 35 ár hevur Norðoya Heimavirki selt føroyskar vørur

Helgi Abrahamsen

“Tað verður ofta sagt, at ferðafólkini sum koma til landið keypa einki, men tað passar ikki.” Tað sigur Elsa Hansen frá Norðoya Heimavirki.

“Tað verður ofta sagt, at ferðafólkini sum koma til landið keypa einki, men tað passar ikki.” Tað sigur Elsa Hansen frá Norðoya Heimavirki.

“Tey keypa. Um tað so eru smá ting, so keypa tey, og tað blívur nógv tilsamans,” sigur hon.

Inni í hugnaliga handlinum hjá Norðoya Heimavirki er nógv føroysk vøra at fáa.

“Vit selja tógv og troyggjur frá Navia og Snælduni, og eisini troyggjur, hálvhosur, vøttir og handskar, sum einstaklingar hava bundið. Nøkur gera príðislutir úr til dømis glasi og okkurt verður gjørt úr træ, so sum leypar, skamlar, og vit selja eisini suvenir. Tað mugu vit hava til turistarnar,” sigur Elsa.

Veðrið ávirkar søluna

Sølan í handlinum hjá Heimavirkinum er nógv ávirka av árstíð og veðri.

“Um veðrið er sjaskut og turistar skulu til dømis norður at hyggja eftir Kópakonuni, so keypa tey húgvur ella einar heitar hosir,” sigur Elsa.

Hon sigur, at amerikanarar keypa eisini troyggjur, um tey búgva har sum tað er kalt, men tey hava sum oftast verið inni í Íslandi áðrenn tey koma hendavegin, so tey keypa ofta har. Men tað eru tó altíð nøkur sum keypa her. Eisini smærri ting so sum keppar, gløs og fingurbollar (sum nógv samla uppá) verða seld til ferðafólk í Føroyum.

“Men týskarar keypa ikki nógv – kanska eitt postkort,” sigur Elsa. Henni dámar tí best, tá tað eru ferðaskip úr Amerika, sum koma hendavegin, tí tey keypa meira.

Hesa árstíðina selur Heimavirkið mest jólagávur.

Byrjaði fyri 35 árum síðani

Virksemið í Norðoya Heimavirki byrjaði í desmeber 1981. Tá varð ein fundur hildin, sum Elisa Vaag hevði kallað inn til. Umleið 50 fólk møttu til fundin og tey samtyktu at halda stovnandi aðalfund í mars 1982. Síðani tá hevur felagið verið virkið.

Millum 120 og 130 limir eru í felagnum, og hóast tey flestu búgva í Norðoyggjum, so hevur felagið limir úr øllum landinum.