Á býráðsfundi tann 31. oktober samtykti býráðið í Eysturkommunu at fara burturúr samstarvinum “Ferðavinnan í Eysturoy”, sum rekur tær báðar kunningarstovurnar í Runavík og Fuglafirði.
“Hetta hevur verið umrøtt ofta, tí fólk her halda, at vit fáa ov lítið burturúr verandi skipan,” sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu. Ístaðin ætlar kommunan at opna sín egna kunningardisk í nýggja býráðshúsinum í Norðragøtu.
Verandi skipan virkar soleiðis, at allar kommunurnar í oynni rinda til felags kunningarstovuna, og parturin hjá Eysturkommunu er 60.000 krónur um ári.
“Vit fáa í longdini ikki gjørt nógv sjálvi fyri 60.000 krónur, men vit ætla at byrja við tí sum eina roynd í summarmánaðunum, og so verður tað eftirmett aftaná,” sigur Jóhan Christiansen.
Spurdur um tey møguliga fara at venda aftur til verandi skipan, um nýggja ætlanin ikki verður nøktandi sigur Jóhan Christiansen, at tað veit hann ikki.
“Vit halda bara, at vit fáa ov lítið burturúr tí sum er, og tá tað verður sagt, so gangi eg út frá, at vilji eisini er til at rinda tað sum skal til, fyri at fáa meira burturúr. Í fyrstu atløgu er hetta ein roynd,” sigur hann.
Eftir tíðarætlanini verður nýggja býráðshúsið í Gøtu liðugt í januar, men Jóhan Christiansen roknar ikki við, at tann ætlanin fer at halda.




