Leygardagin 3. Desember 2016 skipar Flogbóltssamband Føroya fyri tveimum ókeypis skeiðum í Flogbørnum. Skeiðini verða í Ítróttarhøllini í Kollafirði, og skeiðleiðari verður Peter Morell, ungdómsmennari hjá Flogbóltssambandi Føroya.
Leygardagin 3. Desember 2016 skipar Flogbóltssamband Føroya fyri tveimum ókeypis skeiðum í Flogbørnum. Skeiðini verða í Ítróttarhøllini í Kollafirði, og skeiðleiðari verður Peter Morell, ungdómsmennari hjá Flogbóltssambandi Føroya.
Skeiði er ætlað U 12 venjarum, hjálparfólkum og foreldrum og øðrum áhugaðum
Fyrsta skeiðið verður kl. 9,00 – 12,15 undir heitinum: “Frá kasti til flogbólt”, og umfatar hetta
– Fatanina av tí stigvísu hækkingini í teknikkinum frá kasti til veruligan flogbóltsteknikk.
– Kunnleikan fyri grundarlagnum fyri flogbóltsteknikki og lyklaorð í hesum sambandi
– Kunnleika til leikreglar í Flogbørnum level 0-2
– Amboð at bera fram kunnleika um grundarlagið fyri teknikkinum saman við nøkrum venjingum
Málbólkurin fyri hesum skeiðnum eru: Allir venjarar og foreldur, sum hava áhuga at venja Flogbørn level 0-2 og teimum, sum venja level 3 og U 12.
Næsta skeiðið verður kr. 12,45 til 16,00 undir heitinum “Grundvøllurin í sambandi við flogbóltsteknikk” og umfatar hetta:
– Frálæruhátt í sambandi við Flogbørn.
– Hvar umfatar Flogbørn
– Hvørjar møguleikar eru í Flogbørnum
– Flogbørn leikirnir frá level 0-2 og grundteknikkur.
– Baggerslag, fingraslagkast og smassjkast
– Serv og baggerslag
– Smáspøl
Málbólkurin fyri hesum skeiðnum eru venjarar, sum arbeiða við Flogbørnum level 3 og U 12 og U 14 venjarar, men eisini tær, sum arbeiðir og ert venjari á level 0-2, soleiðis at tú fært fylgt tí samlaða framgongdini í Flogbørn-ætlanini.
Meira kann lesast um skeiðið á www.fbf.fo og tilmeldingarfreistin er 25. November.
Tilmeldast kann á teldupostinum flogborn@fbf.fo




