Annlis Bjarkhamar slær harðliga út eftir sitandi samgongu í eini viðmerking á facebook, tí ov lítið verður gjørt fyri tey fátæku í Føroyum. Sjálv fekk hon 446.765 krónur fyri at býta 656.750 krónur úr í 2013.
Annlis Bjarkhamar slær harðliga út eftir sitandi samgongu í eini viðmerking á facebook, tí ov lítið verður gjørt fyri tey fátæku í Føroyum. Sjálv fekk hon 446.765 krónur fyri at býta 656.750 krónur úr í 2013.
“Fyri 4 árum síðan legði eg eftir Fólkaflokkinum, tí hann als onki gjørdi fyri at basa barnafátækadøminum. Men nú sita tey sum eg havi valt við valdið. Tey sum eg deili hugsjón við og fatan av hvat eitt samfelag eigur at verða. Hondina á hjarta, eg hevði væntað mær meira av teimum, enn tað tey hava víst.” Hetta sigur Annlis Bjarkhamar, stovnari av “Í menniskjum góður tokki” í eini hvassari viðmerking á facebook í gjár.
Annlis leggur harðliga eftir sitandi samgongu, fyri ikki at hava gjørt nakað munagott, fyri at hava lyft børn úr fátækadømi.
“Framvegis eru tað Frelsunarherurin, sum við sínum mateskjum, sum hjálpir har peningur ikki er til mat. Framvegis er tað Reyði Krossur, sum hjálpir við heitum klæðum, nú kuldin er komin. Og aftur í ár fáa fátækar familjur eina hjálpandi hond frá Í menniskjum góður tokki á jólum,” sigur Annlis Bjarkhamar.
69,9% til lønir
Tað er eingin loyna, at Annlis Bjarkhamar hevur gjørt eitt stórt arbeiði á sosiala økinum, sum ta fyrstu tíðina var eitt ólønt arbeiði. Men við tíðini fór hetta eisini at kasta av sær í hennara egna kassa.
Norðlýsið hevur fingið innlit í roknskapin fyri 2012 og 2013. Tað hevur tó ikki eydnast at fáa innlit í roknskapirnar fyri 2014 og 2015, tí sambært TAKS eru teir framvegis ikki latnir inn, hóast freistirnar langt síðani eru farnar.
Men roknskapirnir fyri 2012 og 13 vísa, at í 2012 veitti “Í menniskjum góður tokki” 793.200 krónur í stuðli til fátækar familjur, og í 2013 var stuðulin 656.750 krónur. Men hyggja vit eftir starvsfólkakostnaðinum, so fór hann úr 16.396 krónum í 2012 uppí 446.765 krónur (umframt arbeiðsmarknaðargjøld) í 2013. Annlis Bjarkhamar váttar fyri Norðlýsinum, at hon er tann einasta, sum hevur fingið løn frá felagsskapinum. Lønin svarar til góðar 37.000 krónur um mánaðin. Av hesum rindaði Almannaverkið 217.929 krónur, tí talan var um vart starv.
Samlaðu lønnarútreiðslurnar í 2013 vóru sostatt 69,9% av veitta stuðlinum. Um vit ikki telja partin hjá Almannaverkinum við, fóru 36,7% av veitta stuðlinum til lønir. Tað vil siga, at fyri hvørja krónu, sum “Í mennsiskjum góður tokki” rindaði til familjur í fátækadømi, fekk Annlis næstan 70 oyru í sín part. Av hesum rindaði “Í menniskjum góður tokki” næstan 37 oyru, meðan Almannaverkið rindaði góð 33 oyru. Annlis váttar fyri Norðlýsinum, at hon fekk løn líka til januar í ár.
Útreiðslur til húsaleigu fóru úr null krónum í 2012 uppí 42.250 krónur í 2013, ella umleið 3.500 krónur um mánaðin. Skrivstovuútreiðslur fóru úr null krónum uppí 15.157 krónur.
Roknskapirnir fyri 2014 og 15 eru framvegis ikki latnir inn, men Annlis Bjarkhamar hevur lovað at senda okkum teir áðrenn hesin mánaðurin er úti.




