Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team Klaksvík-StÍF 26-34

Jákup Ósá

Team Klaksvík fær í dag vitjan av StÍF. 

1 min.: 1-2. Henrik legði fyrst Team Klaksvík (TK) á odda, men Sveinur Justinussen og Borgar Persson løgdu StÍF á odda. 
2 min.: Jacob Knudsen til 2-2 
6 min.: Pætur Johansen til 2-3
7 min.: Sveinur til 2-4
7 min.: Birgir Poulsen til 3-4
8 min.: Pætur til 3-5. Finnur Hansson minkar beinanvegin aftur um munin til 4-5. 
11 min.: Hanus Norðberg til 6-8. Borgar fekk júst nú útvísing í tveir minuttir. 
13 min.: 7-8
15 min.: Jacob Knudsen til 8-9
15 min.: Pætur til 8-10
17 min.: Sveinur við brotskasti til 8-11
18 min.: Finnur til 9-11
20 min.: 9-12 og TK tekur time out. 
24 min.: Borgar og Jens Pauli við málum. 10-14
26 min.: Finnur til 11-14. TK í álopi. 
27 min.: Pætur Johansen vinnur bóltin og fer einsamallur í álop og skorar til 11-15. 
28 min.: Henrik til 12-15
28 min.: Pætur Johansen til 12-16
Hálvleikur: 12-16. TK hevur fylgt hampiliga væl við, men móti endanum øktist munurin til fýra mál. Serliga Pætur Johansen hjá StÍF hevur verið stórspælandi. Munurin millum liðini tykist tó ikki so stórur enn, at vit kunnu siga at dysturin er avgjørdur. 
32 min.: Sveinur og Henrik hava skorað. Síðani skorar Sveinur við brotskasti til 13-18.  
35 min.: Jens Pauli Mohr til 16-19. Sveinur svarar aftur við brotskasti. 16-20
40 min.: 17-23 og dysturin byrjar at líkjast einum, sum verður avgjørdur hesa løtuna. 
44 min.: 18-23 og StÍF tekur time out.
47 min.: Hanus við tveimum málum. 21-24
48 min.: Vilhelm til 22-24
50 min.: TK fekk álop og kundi minka niður til eitt mál. Men teknsikur feilur bleiv gjørdur og so kundi Sveinur skora við langskoti. 22-25
51 min.: Sveinur við brotskasti til 22-26
52 min.: 22-27. TK hevur gjørt nógvar tekniskar feilir seinastu løtuna. 
53 min.: Sveinur til 22-28. TK tekur time out.
55 min.: 22-30. Greiður munur á liðunum seinastu løtuna eftir at TK annars hevði strítt seg uppá ein mun á bara tvey mál. 
Liðugt: 26-34
Serliga Allan Norðberg var sannførandi seinastu løtuna, tá StÍF tryggjaði sær ein tryggan sigur eftir at TK annars hevði spælt seg væl upp. Sostatt er StÍF komið uppá 10 stig, meðan TK hevur 1 stig.