Sambandsflokkurin legði á tíðindafundi klokkan 10 fram sítt uppskot um nýskipan av fiskivinnuni. Høvuðsboðskapurin í uppskotinum er “Stovnsrøkt, Inntøkuskapan og Samfelagsgagn.”
Sambandsflokkurin legði á tíðindafundi klokkan 10 fram sítt uppskot um nýskipan av fiskivinnuni. Høvuðsboðskapurin í uppskotinum er “Stovnsrøkt, Inntøkuskapan og Samfelagsgagn.”
Sambært uppskotinum skulu bara nýggj veiðirættindi á uppboðssølu. Hesi eru:
- Nýggj fiskasløg.
- Øking í verandi fiskasløgum, sum fer uppum søguliga hámarkið seinastu 20 árini.
- Tilfeingi sum ikki er gagnnýtt.
Flokkurin vil tó hava eitt tilfeingisgjald, sum skal vera ásett eftir einum normalbruttovinningi (normal-EBITDA, áðrenn lønir) í einum miðalroknskapi. Hetta merkir, at um til dømis fiskaprísirnir eru lágir, samstundis sum oljuprísurin er høgur, so minkar tilfeingisgjaldið samsvarandi.
Sambandsflokkurin sigur, at uppskotið fer ikki niður í smálutirnar, tí talan er fyrst og fremst um eitt upplegg til samráðingar við hinar flokkarnar, umframt at flokkurin við uppskotinum vil greiða almenninginum frá síni støðu til málið.
Kvotaskipan
Skotið verður upp, at farið verður yvir til eina kvotaskipan ístaðin fyri verandi dagaskipan.
Veiðitrýstið skal ikki sum nú verða ásett av løgtinginum, men lívfrøðiliga ráðgevingin skal verða fylgd. Landsstýrismaðurin skal tó hava avmarkaða heimild til at gera undantøk, men til tað krevjast góðar og sakligar grundgevingar.
Skipabólkarnir fara í søguna
Sambandsflokkurin skjýtur upp, at verandi skipabólkar skulu burtur úr lógini. Tað skal harafturímóti vera upp til einstaka reiðaríið at gera av, um fiskurin verður veiddur við línu, snellu, troli ella øðrum reiðskapi. Veiðirættindini skulu eisini vera frítt umsetilig.
8-ára loyvi
Veiðirættindini skulu ikki verða latin til einstøk skip, men til reiðarí. Reiðaríðini skulu sjálvi avgera, hvørji skip tey brúka til at fiska kvotuna. Tað almenna skal hava rætt at uppsiga veiðirættindini, men tað skal gerast við 8-ára freist.
Brúksskylda
Sambært uppskotinum skulu tey sum hava veiðirættindi hava skyldu til at brúka tey. Rættindi sum ikki eru brúkt í tvey ár, skulu fella aftur til landið, og tá kunnu tey verða lutað út aftur gjøgnum uppboðssølu.
Alt veitt tilfeingi skal førast í land (eisini høvd, rogn, livur og garnar). Fyri at tryggja, at minst møguligt av óvirkaðum tilfeingi fer av landinum, kann verða kravt landingargjald fyri tað sum verður landað uttanlands, ella kann krav verða sett um, at fiskurin skal seljast umvegis ein markna í Føroyum.
Tilfeingisgjaldið fer í ein grunn ella stovn, sum millum annað skal hava heimild til at fíggja rávørugoymslur. Til dømis skal bera til at keypa rávøru úr til dømis Norra ella Russlandi og fíggja hesi keyp við tilfeingisgjaldinum.
Føroyskur ræðisrættur
Fyri at tryggja at tilfeingið ikki endar á ov fáum hondum, og at kapping er um tilfeingið skjýtur Sambandsflokkurin upp, at einki einstakt reiðarí skal kunna hava brúksrætt til meira enn 15% av samlaðu fiskirættindunum í landinum og 30% av einum einstøkum fiskaslagi.
Útlendskur ognarskapur verður avmarkaður til 25%, og peningur, ið verður tikin úr feløgunum og av landinum skal verða hart skattaður.
Landsstýrið kemur við sínum uppskoti í hesi tingsetuni
Hetta er útspælið sum Sambandsflokkurin hevur við sær, nú arbeitt verður við eini nýggjari fiskivinnuskipan. Høgni Hoydal, landsstýrismaður hevur sagt, at hann ætlar at hava eitt uppskot um nýggja fiskivinnuskipan liðugt at leggja fyri tingið í hesi tingsetuni. Tað merkir, at um vikið ikki verður frá tíðarfreistini, skal uppskotið verða lagt fyri tingið um mánaðarskiftið februar – mars.




