Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gaman til góman – nýggj uppskriftsbók

Bókasavnið við Løkin

Mikukvøldið verður bókaframløga av bókini Gaman til góman á bókasavninum við Løkin. Talan er um ein bókling við spennandi og løttum uppskriftum. Slagorðið lekkirt og well lýsir væl innihaldið í bóklinginum.

Bókin er sera fjølbroytt. Har eru m.a. uppskriftir upp á køkur, sjokulátamandlur, rabarbusaft og dessertir. Uppskriftirnar fylgja tíðarandanum, tær eru skjótar og lættar at gera, smakka sera væl og síggja væl út.

Øll kunnu gera brúk av bóklinginum, ung sum vaksin. Hetta er akkurát nakað fyri bindiklubbar og til heimahugna. Her eru uppskriftir fyri alla familjuna.

Mikukvøldið 30. novembur verður bókaframløga á bókasavninum við Løkin. Har fara Ranvá Adelheid Knudsen og Rúna Feilberg Lamhauge at greiða frá um bóklingin og at bjóða ókeypis brellbitar. Har verður eisini fyri fyrstu ferð høvi at keypa sær bóklingin.

Tiltakið verður á bókasavninum við Løkin mikukvøldið 30. novembur frá kl. 19:00 til 20:30.