Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landsverk vil ikki siga, hvar Elduvík er

Helgi Abrahamsen

Ólavur Samuelsen á Glyvrum, sum saman við soninum rekur gistingarhúsið Perluna í Elduvík, er sera misnøgdur við skeltingina, sum Landsverk ger við bygdarnøvnum.

Ólavur Samuelsen á Glyvrum, sum saman við soninum rekur gistingarhúsið Perluna í Elduvík, er sera misnøgdur við skeltingina, sum Landsverk ger við bygdarnøvnum.

“Skeltini vísa øll, hvønn veg tú koyrir til Gjáar, men einki skelti sigur, hvussu tú kemur til Elduvíkar,” sigur hann.

“Eg havi gjørt vart við hatta hjá Landsverki, men har er einki at gera. Tey vilja ikki broyta tað,” sigur hann.

Og rætt er tað. Tá tú koyrir norðureftir millum Fjarða, standa ikki minni enn tvey skeltir, eitt stórt og eitt minni, sum vísa til Gjáar, men onki er um Elduvík.

Elduvík er, eins og Gjógv, eitt væl dámt ferðamál. Har er kampingpláss, Kirkja, gamli skúlin (sum er eitt bygdarsavn) Perlan (fyrr Lonin), sum er eitt gistingarhús við matstovu, gjógvin, øll tey gomlu neystini eru lagaði upp av nýggjum, og mølin er eisini eitt ferðavinnumál í sjálvum sær. Har er eisini sera stórbær náttúra, og fleiri hava bygt summarhús har.

Ólavur Samuelsen skilir ikki, hví Landsverk skal beina øll ferðafólkini til Gjáar, meðan Elduvík verður krógvað burtur.

Vit hava tosað við Landsverk um hetta málið, og skriva meira um tað seinni.