Og navn kann setast á felagi, ið talan er um.
Tað ljóðar, at Levi Hanssen aftur verður at síggja í Effodeildini í 2017.
Sambært keldum hjá Norðlýsinum, so er ein møguleiki fyri, at Levi Hanssen verður at síggja aftur í Effodeildini í 2017. Og tað verður í HB, at Levi fer at spæla, hóast vit ikki hava fingið tað váttað enn. HB ætlar sær at spæla við um føroyameistaraheitið og leitar eftir styrki. Í tí sambandinum hava teir hugt eftir møguleikanum at fáa Levi í hópin.
Levi er toppskjútti í europeiskum fótbólti fyri feløg í Føroyum. Í 2016 spældi Levi ikki við nøkrum felagi, men Levi er 28 ára gamal og tí í bestu fótbóltsárum. Seinasta hann spældi var í 2015, og tá var tað eisini í HB. Annars hevur Levi umboðað B36, har hann er uppaldur, EB/Streym og Skála. Hann er millum royndu leikararnar og hevur spælt 264 dystir í Effodeildini og skorað 33 mál. Í europeisku kappingunum eru hansara hagtøl sannførandi. Sambært FaroeSoccer hevur hann skorað 9 mál í 23 dystum í Europa fótbólti. Hann er eisini skrásettur fyri tríggjar A-landsdystir. Levi og núverandi HB venjarin, Sigfríður S. Clementsen, hava samstarva fleiri ár fyrr. Í 2005 í B36 og í 2008 og 2009 við EB/Streymi. Í 2005 og 2008 vunnu teir føroyameistaraheitið og í 2008 vunnu teir eisini løgmanssteypið.
Er hald í søgunum og Levi ger sáttmála við HB ein av næstu døgunum, so er hetta fyrsta tilgongdin hjá HB undan komandi kappingarári.




