Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskimannafelagið karmur um lutakastið í ár

Danial Viðoy

Tíðindaskriv – Havstovan: Árliga lutakastið um kr. 12.500,- millum innsend fiskamerkir, verður fríggjadagin 2. desember kl. 11. Tað hevur verið siðvenja at hava lutakastið ymsa staðni í landinum, og í ár hevur Havstovan valt at hava tað í hølunum hjá Fiskimannafelagnum í Havn. Øll eru vælkomin.

Lutakastið er galdandi fyri merkingar, sum Havstovan stendur fyri. Úrslitini frá merkingunum verða millum annað nýtt til at greina ferðing, útbreiðslu, vøkstur og føði hjá fiskasløgunum.