Hóast Annlis Bjarkhamar, í telduposti tann 15. november, lovaði at senda Norðlýsinum roknskapin hjá ”Í menniskjur góður tokki” ”áðrenn hesin mánaðurin er farin,” so hevur blaðið framvegis ikki fingið nakran roknskap, nú vit skriva 1. desember.
Hóast Annlis Bjarkhamar, í telduposti tann 15. november, lovaði at senda Norðlýsinum roknskapin hjá ”Í menniskjum góður tokki” ”áðrenn hesin mánaðurin er farin,” so hevur blaðið framvegis ikki fingið nakran roknskap, nú vit skriva 1. desember.
Norðlýsið bað um roknskapirnar fyri 2014 og 2015, sum ikki vóru latnir inn til Taks, hóast freistirnar fyri langari tíð síðani vóru farnar, men framvegis ber ikki til at fáa upplýsingar um hesar roknskapirnar.
Virksemið hjá ”Í menniskjum góður tokki” er flutt til Barnabata, men sambært teimum hava tey ikki yvirtikið sjálvan grunnin, men bara virksemið. Tó váttar aðalskrivarin í Barnabata, Djóni J. Eidesgaard, at 920.340 krónur fylgdu við, tá virksemið varð flutt.
Við árslok 2013 átti grunnurin ”Í menniskjum góður tokki” 1,9 mió. krónur í tøkum peningi, men framvegis vita vit ikki, hvussu nógvan pening grunnurin hevði tøkan í 2014 og 15.
Annlis Bjarkhamar hevði í 2015 eina skattskylduga inntøku á 514.668 krónur ella 42.889 krónur um mánaðin. Tað eru knappar 6.000 krónur meira um mánaðin, enn tað sum vit áður hava upplýst fyri 2013. Tað ber tó ikki til at siga, um øll henda inntøkan stavar frá varda starvinum hjá ”Í menniskjum góður tokki.”
Virksemið hjá ”Í menniskjum góður tokki” byrjaði í 2010, og tá Barnabati tók yvir, høvdu yvir 2.000 familjur fingið jólahjálp, stuðul til frítíðarvirksemi, føðingardagar og mat fyri eitt samlað virði á 5,7 mió. krónur.




