Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trygvi Askham verður útleigaður frá B36

Jákup Ósá

Og tað tykist greitt, hvat Effolið hann fer at spæla fyri í 2017.

Trygvi Askham verður fyrsti málverji komandi kappingarár í Effodeildini.

Jákup á Borg, høvuðsvenjari hjá B36, váttar fyri Norðlýsinum, at B36 hevur góðtikið at leiga Trygva út komandi kappingarár.

– Trygvi hevur sáttmála við B36 fyri 2017 og 2018. Men hann er ov góður at bara sita á bonkinum, og tí hava vit ikki forðað honum í at fara til annað felag og sum eg skilji á lagnum, so endar hann í EB/Streymi, sjálvt um okkurt annað felag hevur verið áhugað. Vit leiga hann út og tá tryggja vit okkum eisini, at vit kunnu kalla hann aftur, um vit t.d. fáa onkran skaða á málmansplássinum, sigur Jákup á Borg við Norðlýsið. Trygvi Askham er 28 ára gamal og spældi 7 landskappingardystir fyri B36 í ár. Hann hevur sambært FaroeSoccer spælt 41 dystir í Effodeildini samanlagt og er eisini skrásettur fyri bæði U19 og U21 landsdystir. 

Í kvøld verður longri samrøða við nýggja B36 venjaran her á heimasíðuni, har vit lodda dýpið um støðuna í Effohópinum, og hvat hann væntar av komandi kappingarári.

Mynd: B36.fo