Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Brandur á veg inn í Hvannasund við 4000 pundum av hýsu

Norðlýsið

 Brandur er einasti størri útróðrarbáturin, sum rør út í Hvannasundi. Beint nú eru teir á veg inn við góðum 4000 pundum á 45 stampum. Skiparin, Janus Sørensen av Viðareiði sigur, at teir hava verið sunnanfyri og eru komnir inn í Svínoyarfjørð. Veiðan hevur verið hampulig hesa seinastu tíðina, tað hevur ligið um 100 pund á stampin. Fáa vit nakrar túrar, so er bara hampuligt. Vit hava nú verið 8 túrar og fiskiskapurin hevur verið góð 5000 pund í meðal fyri túrin.

Nógv hýsa hevur verið at fingið og hartil er hýsan í góðum standi. Í dag hava vit mest sum bara hýsu. Veðrið er gott og veðurmenninir siga frá góðum veðri í morgin, so vit fara inn at avreiða og so avstað aftur við tað sama. Í kvøld fara vit norður um, segði sum sagt Janus Sørensen, skipari á Bragd fyri løtu síðani.