Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sama veður nakrar dagar afturat

Okkara veðurmaður: Hanus Kjølbro, Sjónám

Ein hátrýstryggur hevur hildið lágtrýstini burtur frá okkum í nakrar dagar. Vindurin og regnið, sum eru rundan um lágtrýst, hava fyri tað mesta verið í Grønlandsfjørðinum ístaðin fyri. Í Føroyum hevur verið gott veður.

Hátrýstryggurin fer at standa við og halda øll lágtrýst frá okkrar leiðum í einar 2 dagar afturat. Seinnapartin týsdagin ella týskvøldið er hann trokaður eystur eftir, og saman við honum fer so verjan fyri keðiligum veðri.

Tað verður tó sama slag av luft, sum fer at reka inn yvir oyggjarnar, eftir at hátrýstryggurin er viknaður. Luftin hevur sín uppruna yvir Atlantshavinum vestan fyri ta iberisku hálvoynna og Vesturafrika. Munurin verður, at vindur kann fara at vera eitt sindur meiri og brúgavløg við regni fara at hava frítt at koma hendaveg.

Harleywoodpaint