Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Soleiðis virkar ein 2 minus 1 vegur

Helgi Abrahamsen

Hesin filmurin vísir, hvussu tú koyrir eftir einum ”2 minus 1 vegi”.

Hesin filmurin vísir, hvussu tú koyrir eftir einum ”2 minus 1 vegi”.

Fríggjadagin opnaði fyrsti ”2 minus 1 vegur” í Føroyum. Tað er Hvalbiar kommuna, ið er komin við ynski um at betra um umstøðurnar hjá fólki til gongu og á súkklu eftir landsvegnum fram við sandinum í bygdini, samstundis sum akførini eisini skulu hava betri umstøður.

Í mun til ein vanligan veg við tveimum koyribreytum, verður á ”2 minus 1 vegnum” onnur koyribreytin tikin burtur. Koyribreytin verður sjónliga smalkað við eini breiðari kantstriku á báðum síðum. Kemur mótkoyrandi ferðsla, kunnu bilarnir fara um brotnu kantstrikuna fyri at sleppa fram við hvørjum øðrum.

Royndirnar í okkara grannalondum eru góðar av hesum vegum. Bilarnir koyra spakuligari, fólk til gongu og á súkklu kenna seg tryggari, og nøgdsemið er sum heild betri, sigur Landsverk.

Vegurin í Hvalba er umleið 630 metrar langur við góðum sýni á øllum vegateininum. Samanlagt er vegurin 6 metrar breiður. Ljós eru sett upp fram við vegnum.

(Trýst her fyri at síggja filmsbrotið)