Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jólakonsert við barnakóri, hornorkestri og sangkóri í Vestmanna mikukvøldið

Tíðindaskriv

Mikudagin 7. desember kl. 19.00 verður jólakonsert í Vestmanna Kirkju við Vestmanna Barnakóri, Vestmanna Sangkóri og Vestmanna Hornorkestri.

Kór og orkestur syngja og spæla hvør sær og saman. Tað verður við eini fjølbroyttari skrá av føroyskum og enskum sangum, ið hoyra jólunum og hesi árstíðini til.

Kórleiðarar eru Rannvá Matras-Olsen fyri Barnakórinum, Benjamin Gaasedal fyri Sangkórinum og Atli Petersen fyri Hornorkestrinum.

Øll eru hjartaliga vælkomin.