Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eitt sindur av vindi í morgin

Oliver Joensen

Veðurkortini fyri teir næstu dagar síggja sær eitt sindur ógreið út.

Hátrýstøkið, sum lá oman fyri okkum, er farið sín veg eystureftir. Harvið er verjan ímóti lágtrýsti eisini farin.

Nøkur lágtrýst fara at vitja okkum teir næstu dagarnar, men tey hava ikki tað heilt stóra uppá seg. Vindur verður ikki nógvur í dag – um teir 5 m/s í miðal. Ættin liggur báðumegin útsynning.

Í morgin ári veksur hann vindin upp í 10 til 15 úr útsynningi, og soleiðis verður til út á kvøldið. Tá minkar vindur aftur. Ælingar kunnu væntast allan dagin.

Fríggjadagin fyrrapart nærkast eitt nokkso djúpt lágtrýst okkum úr útsynningi. Ættin fer á skifta til landsynning, tá ið tað er komið nóg nær um midagsleitið. Vindferðin fer tó ikki upp um 13 til 18 m/s.

Lágtrýstið fer eystur um Føroyar leygarmorgunin. Eftir at tað er passerað, verður ættin útnyrðingur. Men valla meiri enn bert leygardagin. Vindferðin fer at liggja um 5 til 10 m/s.