Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gekk væl hjá Jóannes Bjartalíð í Vejle

Jákup Ósá

Annfinn Gaard, umboðsmaður, sigur, at KÍ álopsleikarin vísti sannførandi støði í Vejle, tá hann royndarvandi har fyri nøkrum vikum síðani.

Annfinn Gaard, umboðsmaður, sigur, at KÍ álopsleikarin vísti sannførandi støði í Vejle, tá hann royndarvandi har fyri nøkrum vikum síðani.

20 ára gamli Jóannes Bjartalíð royndarvandi í Vejle í nakrar dagar og stóð seg væl sambært hansara leikaraumboðsmanni, Annfinn Gaard, ið hevur tosað við Vejle.

– Tað gekk øgiliga væl hjá honum. Teir halda, at hann hevur støðið til at spæla har, og teir hava áhuga fyri honum og fylgja honum framyvir, um hann velur at royna seg uttanlands. Tað var tó ongantíð ætlanin, at hann skuldi gera sáttmála nú, tí Jóannes ynskir at spæla við KÍ í øllum førum í 2017 eisini. Vejle fer at fylgja honum víðari, og so síggja vit, hvat hendir tá komandi kappingarár er av, sigur Annfinn Gaard við Norðlýsið.

Hann sigur, at ætlanin við hesi venjingarleguni fyrst og fremst var , at Jóannes skuldi kanna, á hvørjum støði hann var á í mun til donsku 1.deild og eisini síggja, hvørjum hann skal arbeiða víðari við sum leikari, sigur Annfinn Gaard.