”Kringvarpsgjaldið hevur verið óbroytt í meir enn 10 ár, og merkir hetta, at tann einstaki kringvarpsgjaldarin er sloppin undan at rinda fyri økta lønar- og kostnaðarútreiðslur, sum hava verið hjá stovninum alt hetta tíðarskeiðið.”Tað segði Rigmor Dam, landsstýriskvinna, tá hon seinasta fríggjadag legði nýggja public service-sáttmálan millum Kringvarpið og Mentamálaráðið fyri tingið.
”Kringvarpsgjaldið hevur verið óbroytt í meir enn 10 ár, og merkir hetta, at tann einstaki kringvarpsgjaldarin er sloppin undan at rinda fyri økta lønar- og kostnaðarútreiðslur, sum hava verið hjá stovninum alt hetta tíðarskeiðið.”
Tað segði Rigmor Dam, landsstýriskvinna, tá hon seinasta fríggjadag legði nýggja public service-sáttmálan millum Kringvarpið og Mentamálaráðið fyri tingið.
Víðari segði hon, at rokning er heldur ikki send til kringvarpsgjaldaran í sambandi við, at lýsingarmarknaðurin er tódnaður munandi seinnu árini. Hetta, segði hon, at Kringvarpið hevði sjálvt fíggjað við munandi rationaliseringum og lækkaðum starvsfólkatali.
Hóast óbroytta gjaldið helt landsstýriskvinnan, at tað hevði gingið væl at hildið public service-sáttmálan, ”men sjálvandi er eitt mark fyri, hvat kann krevjast, uttan at rindað verður fyri hetta,” segði Rigmor Dam.
Kringvarpsgjaldið hækkaði á nýggjárinum
Tað er hóast alt bara eitt ár síðani, at løgtingið samtykti eitt uppskot frá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, um at broyta mvg-lógina, soleiðis at Kringvarpsgjaldið bleiv mvg-frítt. Hóast hesa broytingina, so lækkaði kringvarpsgjaldið ikki, tað vil siga, at Kringvarpið fekk alt meirvirðisgjaldið, sum landskassin frammanundan hevði fingið.
Sambært viðmerkingunum til tað uppskotið misti landskassin millum 10 og 11 mió. krónur árliga orsaka av lógarbroytingini, og hesar pengarnar fekk Kringvarpið.
Eisini legði Rigmor Dam eitt uppskot fyri løgtingið, har gjaldið hjá pensjónistum lækkaði, meðan øll í húskinum í aldrinum 24 til 66 ár skuldu rinda kringvarpsgjald. Eisini fyritøkur fingu rokning heilt uppí 8.000 krónur um árið. Sambært uppskotinum skuldi gjaldið harafturat prístalsviðgerast við tveimum prosentum um árið.
Í 2014 fekk Kringvarpið 47 mió. krónur inn í kringvarpsgjaldi, og í 2016 varð hetta gjaldið roknað til slakar 59 mió. krónur. Tí tykist tað løgið, at landsstýriskvinnan upplýsir fyri løgtinginum, at ”Kringvarpsgjaldið hevur verið óbroytt í meir enn 10 ár.”
Prístalsjavningin fer næsta ár at geva Kringvarpinum 1,2 mió. krónur afturat.




