Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landssjúkrahúsið tvífalda raksturin eftir 16 árum

John William Joensen

Í 2000 kostaði raksturin av Landsjúkrahúsinum 227,1 mió. kr. og í 2016 kostar raksturin av Landssjúkrahúsinum 442,8 mió. kr., sum er ein vøkstur uppá 95%. Lønarútreiðslurnar eru tvífaldaðar og hvønn mánaða rindar Landsjúkrahúsið 30 mió. kr. í lønum.

Afturat hesum hevur Landsjúkrahúsið hvørt eitt einasta ár fingið millióna upphæddir millum 15, 20 mió. kr. upp í 55 mió. kr. til viðlíkahald. Eisini hevur løgtingið játtað stórar millióna upphæddir til keyp av serligum tólum til læknar.

Lønar útreiðslurnar vóru kr. 178.646 í 2000 og vóru í 2015 kr. 325.66.000 sambært landsroknskapinum. Landssjúkrahúsið rindar 100 mió. kr. meira út í lønum um árið enn samlaðu inntøkurnar hjá Klaksvíkar Kommunu vóru í 2015.

Hóast hetta hevur Landssjúkrahúsið næstan hvørt ár havt eina meir nýtslu og nú er tað føst mannagongd at tingið samtykkir eykajáttan til LS beint undan jólum.

LES EISINI: Klaksvíkar Sjúkrahús eftirbátur