Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kringvarpið hevði havt gott av at fingið kapping

Helgi Abrahamsen

”Vit merkja ov væl, at útvarpið og sjónvarpið er ein og sami stovnur.”

”Vit merkja ov væl, at útvarpið og sjónvarpið er ein og sami stovnur.” Tað segði Bjørn Kalsø, framsøgumaður fyri Sambandsflokkin, undir orðaskiftinum í løgtinginum í dag um Public service-sáttmálan. Sum dømi nevndi hann, at tað grettur ikki, at um kjak hevur verið í sjónvarpinum um kvøldi, so verða brot úr sama kjaki brúkt í útvarpstíðindunum morgunin eftir.

Vinklingin er eisini tann sama, tí tað er sami stovnur, segði hann.

Bjørn Kalsø segði seg ivast í, um tað ber til at skilja útvarps- og sjónvarpsredaktiónina sundur, tá talan er um sama stovn, men hann helt, at ein møguleiki hevði verið at bjóðað ein part av public service tænastunum út.

”So hevði Kringvarpið fingið kapping, og eg trúgvi at tað hevði verið gott fyri Kringvarpið,” segði hann.

Fleiri kjaksendingar

Hanna Jensen, framsøgufólk fyri Framsókn, segði, at hon saknaði kjaksendingar í Kringvarpinum, ið fara eitt sindur djypri, millum annað um undirvísing.

Hon mælti eisini til at hava okkurt slag av journalistiskari útbúgving í Føroyum, sum Kringvarpi kann taka starvslesandi frá. Hon helt at útbúgvingin skuldi verið ”meira føroysk”.

Hanna Jensen nevndi eisini møguleikan at Kringvarpið kundi havt eina rás afturat (til dømis til Tingvarpið og mentan).

Burtur við øllum monopoli

”Fólk skulu sjálvi sleppa at avgera hvørjum tey hyggja at, og hvat tey rinda fyri at hyggja at.” Tað segði Jenis av Rana, sum var framsøgumaður fyri Miðflokkin. Hann segði, at Miðflokkurin er grundleggjandi ímóti at hava monopol á tíðindaflutningi.

”Tað eydnaðist at fáa kringvarpsmonopolið burtur, so nú manglar eisini at fáa fíggjarliga monopolið burtur,” segði hann. Jenis av Rana skilti ikki, hví fólk skuldu tvingast til at gjalda fyri ”sína egnu útspilling”.

Hann helt eisini, at orsøkin til, at orðið ”óheftni” verður nevnt so ofta er, at øll vita, at miðlarnir eru ikki óheftir. Hann undraðist til dømis á, at Kringvarpið í farna valskeiði gjørdi eina sending um ”makrelbólkin”.

”Nú er allur politikkurin parkeraður í bólkum, men nú verður eingin sending gjørd um tað,” segði hann.

Eiga ikki at brúka fleir pengar til endursendingar

Bárður Kass Nielsen, úr Nýggjum Sjálvstýri, segði, at vit eiga ikki at brúka fleir pengar enn neyðugt, til at endursenda sendingar, sum tey flestu longu hava sæð. Við hesum sipaði hann til norðurlendsku sjónvarpssendingarnar sum Kringvarpið sendir.

Hann rósti Kringvarpinum fyri millum annað barnasendingarnar í sjónvarpinum, men hann kundi samstundis hugsað sær, at tilfarið var framleitt í Føroyum.

Bárður Kass Nielsen segði eisini, at størri partur av tilfarinum skuldi verið útbjóðaður til onnur at framleiða. Hann nevndi í tí sambandinum møguleikan, at eina ávísa tíð í vikuligu skránni, skuldu onnur fingið atgongd til at sent sendingar á kringvarpsnetinum.

Nú hava øll framsøgufólkini havt orðið í sambandi við aðalorðaskiftið, og nú eru tað onnur tingfólk, ið sleppa framat.

Orðaskiftið kann hoyrast her


Harleywoodpaint