Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Málið um eldsbrunan í Bónus er uppklárað

Helgi Abrahamsen

Ein ungur drongur hevur í dag viðgingið, at hann hevði spælt við eld, og í ósketni hevði hann burturbeint eina svávuldós við møguligum glóðum í, í ruskílætið. Tað stendur í tíðindaskrivið, sum Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur júst hevur sent út.

Kanningararbeiðið og avhoyringar í málinum hava staðfest, at eldurin var kyknaður í einum ruskílati í fløskurúminum.

Av tí at nevndi drongurin er so ungur, verður málið víðari viðgjørt av Barnaverndartænastuni. Politiið hevur sostatt ikki fleiri viðmerkingar til málið, stendur í tíðindaskrivinum.