Harleywoodpaint
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Alright í Spaniastovu

Danial Viðoy

Leygarkvøldið 10. desember kl. 22.00 verða tónleikararnir í vælumtókta bólkinum Danny And The Veetos savnaðir aftur á fyrsta sinni síðani á Summar Festivalinum.

Tíðindaskriv – Spaniastova:

Leygarkvøldið 10. desember kl. 22.00 verða tónleikararnir í vælumtókta bólkinum Danny And The Veetos savnaðir aftur á fyrsta sinni síðani á Summar Festivalinum.

Spaniastova verður karmur, tá bólkurin fer at spæla løg av “Hint of Melancholy”, sum kom á marknaðin fyrr í heyst. Fríska og unga orkestri hevur longu fingið dygga undirtøku kring landi á sínum festligu konsertum.

Á seinasta tunnilsdegi í ár ferð jólahitti “Jólanætur” frá 2015 og onnur jólalig løg at stytta um tíðina til sólin aftur setur kós norðureftir aftur.


Á konsertina leygarkvøldið er bólkurin mannaður við:
Danny Baldurssyni, Pálli Brim Joensen, Roberti Waagstein, Jóhani Nolsøe, Símuni Dam, Jógvani Fróða Baldvinssyni og Rúni Hentze verður avloystur av beiggjanum Jóhani Hentze.
Atgongumerki kunnu keypast á www.atgongumerki.fo