Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jólatrøini á Trøllanesi og Mikladali tendrað

Orð og myndir: Dávur Winther

Í gjárkvøldið vórðu trøini á Trøllanesi og í Mikladali tendrað. Jørundur Hansen, bóndi, helt røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spældi.

Tað er altíð ein serligur hugni og jóladámur, tá ið tendrað verður á Trøllanesi og í Mikladali, og blíðskapurin er óførur.

Niðanfyri verður røðan hjá Jørundi Hansen, sum hevur ættarbond bæði av Trøllanesi og úr Mikladali, endurgivin:

Jólatræið á Trøllanesi og í Mikladali 08.12.16

Gott kvøld!

Jól hava einglaljóð,
øll so fró
á mikla hátíðsdegi
við gleði
vit honum prís nú syngja,
ið føddur varð í dag.
Nú jólaklokkur ringja,
gerst barnalundin glað;
djúpt sálarstreingir ljóða
í tøkk til Drottin góða;
Guðs einglar syngja við
himnaboð um frið.

1 vers. Orð: Jógvan Nolsøe, Lag Andreas Peter Berggreen

Jólahátíðin er ein serlig tíð á árinum, bæði hvat viðvíkur innihaldi og árstíð.

Á hinari hálvuni á jørðini, halda tey jól í sólskini, stuttabuksum og hita, men vit eru so heppin at jólahátíðin fellur ta myrkastu árstíðina. Tá koma jólini okkum til hjálpar við einum boðskapinum um tað ljósa, vónríka og glaða, samstundis sum hon hjálpir okkum at koma ígjøgnum hesa myrku árstíðtíð.

Tá eg var smádrongur, so kom er sera ofta norður til bæði Mikladals at vitja ommu og norður á Trøllanes at vitja mammubeiggja. Eg havi hildið nógvar høgtíðir her.

(Eina serliga nýggjársuppliving hevði eg á Trøllanesi. Tað var kavi, gott veður og alt var so hvítt og vakurt. Nýggjárbál skuldi brennast, og vit dreingir koyrdu brenni við rossavogni út til eitt stórt bál, ið var brent um kvøldið. Tilfarið var koyrt úr smiðjuni í Innistovu. – kanska taki eg ikki hetta við. )

Nú eri eg 52 ára gamal, og tað vóru ikki so nógv bomm, tá eg var drongur. Hevði man ikki bomm við norður, so hevði man eingin bomm. Børn tá, dámdu eins væl bomm, sum nú.

Einaferð, eg var og vitjaði í Mikladali millum jól og nýggjar, so vóru dreingirnir blivnir svangir eftir bommum. Men eingin hevði nøkur, men teir vistu um eina eldri konu, ið altíð bjóðaði bomm, so planurin var at fara at vitja hana. Eg var minstur, og eg merkti, at teir vóru ikki heilt tryggir við at eg skuldi koma við. Teir vóru nokk bangnir fyri at eg kundi fara at siga okkurt, so planurin kiksaði.

Planurin var at banka uppá – hetta høvdu teir javnan prøva fyrr – so plagdi hon at bjóða teimum inn. So sótu teir á beinkinum eina løtu, og so plaga hon at siga, at hon helt at hon átti onkur bomm, og so plaga hon at fara eftir teimum og bjóða teimum. Planurin riggaði hvørja ferð. Av einari ella aðrari barnsligari grund, – og tað kann man grína eftir í dag – so vóru teir sannførdir um at konan ikki ánaði, at teir ikki vóru komin inn at vitja hana, men fyri bommini skuld.

Sum sagt, so gjørt. Eg slapp við. Teir bankaðu uppá, tann gamla konan kom út og bjóðaði okkum inn. Har sótu vit so fittir á bonkinum, eini 50-60 ár ár yngri enn hon, so samtalan var eitt sindur stirvin. Tá vit høvdu sitið eina løtu – og tá rokni eg bara við, at hon helt at tíðin var komin at spyrja um vit ikki vildu hava bomm, so hon slapp av við okkum aftur, so segði hon “Eg haldi, at eg eigi nøkur bomm – vilja tit ikki hava bomm”. Tá hevði eg gloymt allar formaningar um at hon ikki mátti uppdaga, at vit vóru komnir inn við tí ætlan at fáa bomm. Tá misti eg yvirblikki og segði “nú var tað, sum tit søgdu – at hon fór at bjóða bomm”. Bommini fingu vit, men eg fekk eina yvirháling fyri at hava tala yvir meg. Men innanfyri rokni eg við at hon smíltist fyri seg sjálva, at vit vóru so býttir, at hon ikki visti hvat gekk fyri seg.

Men aftur til jólini. Jólini í 1994 hildu Linda, eg og børnini í eini lítlari bygd í Grønlandi, ið eitur Arsuk. Har var bert samband við báti við einum 7-10 daga millumbili. Vit vóru júst flutt til Arsuk, beint undan jólum, har eini 250 fólk búðu. Vit sendu húsbúnaðin úr Paamiut við byngju, og kom hon framm beint áðrenn jólini, men av tí at vit vóru so upptikin at koma uppá pláss og onki serligt var eftir í tí eina handlinum, ið var í bygdini, so ótu vit pylsur jólaaftan. Tað er so undarligt at hugsa um allar tær ferðir, ið vit hava eti gott jólaaftan, so sum dunnu og fleskastein, men so stendur hesin jóladøgurin fastur í minninum, men hinir eru gloymdir.

Í Bíbliuni lesa vit um tey fyrstu jólini, tí Jesus er grundarsteinurin fyri at vit halda hesa høgtíð. Hann kom av himnahæddini fyri at gerast okkum líkur og koma inn í okkara heim fyri at gerast heimsins frelsari. Hetta talar til okkara um ein stóran kærleika; at duga at seta egin ynskir til síðis og geva til onnur. Ja, at geva so nógv, at Hann enntá gav sítt egna lív okkara vegna.

Jólatræi, ið her stendur, og sum vit skjótt skulu tendra er eitt av teimum trøum, ið er grønt alt árið. Tað talar til okkara um at hesin kærleiki ikki følnar; hann stendur við, so leingi heimurin stendur. Vit pynta tað við ljósi sum peikar á “heimsins ljós”.

Eg havi altíð hildið at jólatræi er sera vakurt. Eg haldi, at tað var síðstu jólini, vit búðu í Qaqortoq, at tá fylti eg mær eina kaffikannu og setti meg á ein bonk tætt við jólatræi og setti meg har at nýta vakurleikan. Har sat eg so einsamallur og tømdi kannuna. Eg veit ikki hvat hini hildu um meg, men fyri meg var tað ein rík, friðsæl løta.

Ein vísur maður segði, at menniskjan ikki bert skal hvíla seg, fyri at fáa megi til at arbeiða, men at vit eisini hava tørv á at hvíla. At hvíld er ein líka so týdningarmikil partur av gerandisdegnum sum avtalir og ábyrgd. Nú stundar til jóla og máttu vit eisini duga at geara niður hesa tíðina, hvílt okkum, notið tað vakra og friðsæla og hugsa djúpar tankar og notið við takksemi allar tær góðu gávur, ið vit kunnu njóta hvønn dag.

So ynski eg tykkum øllum nógvar friðsælar løtur hesi jólini.

Øldirnar fara,

øldir munnu koma,

ætt eftir ætt søkkur undir mold.

Onga tíð tagnar

ljóðið av himni,

sum gleðir sálir her á fold.

2 vers av Føgur er foldin, Ingemann 1850, J. Dahl 1912

Mátti hendan vónin um ljós og í menniskjum góður tokki, fylt okkara sinn í jólatíðini.

Gleðilig jól øll somul!