Í dag, leygardagin 10. desember, skipar Norrøna Felagið saman við norðurlendingum í Føroyum fyri eini hugnaløtu í Reinsarínum.
Møguleiki verður fyri at kunna seg um hvussu grannar okkara í Norðurlondum halda jól, og hvat tey seta í samband við jólahugna heima hjá teimum.
Norrøna Felagið hevur sett seg í samband við grønlendingar, íslendingar, norðmenn, sviar og danir, sum koma at vísa eitt sindur um hvat hesi serliga seta í samband við jólahugna heima hjá teimum.
Onkur smakkiroynd verður at fáa, hugnaligur norðurlendskur jólatónleikur í hátalaranum, og so hava børnini møguleika at senda bræv við jólaynskjum til Jólamannin. Grønlendingar, sum búgva í Føroyum, taka ein postkassa við, og so syrgja tey fyri, at jólaynskini koma á rætta stað í Grønlandi í góðari tíð undan jólum.
Tiltakið er ókeypis og er frá kl. 11.00 til 15.00.




