Tað vóru samdir føroyskir miðlar, tá Toto í 1996 spældi konsertir í Høllini á Hálsi í Tórshavn.
Í gjár boðaði Summar Festivalurin frá, at amerikanski bólkurin Toto skal spæla í Klaksvík 12. august í 2017. Toto hevur einaferð áður verið í Føroyum og tað var á sumri í 1996.
Tað var ikki so vanligt um hesa tíðina at fáa so stór tónleikanøvn til Føroyar. Toto spældi mitt í viku í Høllini á Hálsi. Stóru føroysku bløðini, Dimmalætting og Sosialurin, ummældu konsertina, sum fekk sera góð ummælir.
Dimmalætting skrivaði m.a.:
– Sjáldan munnu so nógvir føroyingar hava kent seg so rúsaðar eitt vanligt týskvøld, sum tá Toto á føðimgardegnum hjá keyboardleikaranum David Paich góvu 1600 áhoyrarum eitt totalt upplivilsi í musikaliteti og presisjón fyri lívið.
– 18. juni 1996 fer altíð at vera dagurin, tá eitt heimsnavn, sum var vert hvørja goldna krónu, spældu á Hálsi í Havn.
Sosialurin skrivaði m.a.:
– Konsertin var ein varði í føroyskari tónleikasøgu, og vónandi startskotið til aðrar konsertir við heimskendum bólkum.
– Konsertin á Hálsi mikukvøldið var til reint ug. Tað var totalt Toto!
Vit hava einki funnið í øðrum bløðum um konsertirnar hjá Toto.
Niðanfyri eru brot frá tidarrit.fo, har føroysku bløðini finnast.




