Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Liðskiparin longt sáttmálan

Danial Viðoy

Tíðindaskriv frá 07 VesturEin av profilunum hjá 07 Vestur seinastu árini, og liðskipari í fjør, Holgar Durhuus, hevur í kvøld skrivað nýggjan sáttmála, og verður sostatt við á EFFO-liðinum komandi kappingarárið.

Sterki og skjóti álopsleikarin hevur fingið sína fótbóltsuppaling her vesturi hjá okkum. Síðan hann breyt ígjøgnum á besta liðið okkara í 2009, tá vit, eins og komandi ár, spældu í meistaradeildini, hevur hann leikt 171 dystir á besta liðið. Tað eru bert tveir dystir frá metinum. Og, við 58 málum á besta liði okkara, liggur 24-ára gamli vestmenningurin javnur við metið.

Vit gleða okkum at síggja meira til Holgar í svarta búnanum, og ynskja liðskiparanum blíðan byr og hjartaliga tillukku við nýggja sáttmálanum!
Harleywoodpaint