Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Her eru bólkarnir hjá Stjørnuni og Team Klaksvík

Jákup Ósá

Nú er greitt, hvussu spælast skal í steypakappingini.

Nú landskappingin er hálvrunnin er greitt, hvussu leikast skal í bólkaspælinum í steypakappingini, sum byrjar í viku 3 í januar. Liðini vera sett saman soleiðis, at liðini, sum liggja nr. 1, 4, 5, 8 og 2, 3, 6, 7, tá kappingin er hálvrunnin, verða bólkaði saman. Tað skrivar HSF á heimasíðu sínari.

Bólkarnir síggja soleiðis út:

Menn
Bólkur 1: H71, KÍF, Neistin og H71 2/VÍF 2
Bólkur 2: Kyndil, VÍF, StÍF og Team Klaksvík

Kvinnur:
Bólkur 1: Neistin, VÍF og StÍF
Bólkur 2: Kyndil, VB, Stjørnan og H71